Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Føroyar Streymoy Ferðist í egnum landi Tiltøk
Tórshavn
Bygdir og býir
Streymoy
Náttúra, søga og mentan

Fyri meira enn 1200 árum síðan komu víkingarnir yvir havið til hesar fjarskotnu oyggjar, og kemur ein sjálvur siglandi, kann ein næstan ímynda sær spenning, teir hava havt sjálvur fyrstu ferð teir sóu oyggjarnar koma undan havsbrúnni. Enn er tað ævintýrligt at nærkast Tórshavn við ferjuni, men landið er ikki tað sama, sum tá víkingarnir funnu tað.

Nú búgva fólk her, her eru havnir, vegir og smáar bygdir og størri býir. Tað verður komið til Tórshavn, høvuðsstaðin við tí vælumtóktu havnini, og býurin breiðir seg sum ein litstrálandi vifta frá havnini og niðan til fjøllini. Ein lívligur, nútímans býur, ið hevur megnað at varðveita leivdirnar frá tingstaðnum í víkingatíðini mitt í havnini.

Her á einum lítlum nesi liggur miðaldarinnar handilspláss, vælhildið og livandi til gleði fyri einhvønn, ið gevur sær tíð til eina vitjan. Í hesum nútímans høvuðsstaði hevur løgmaður sína skrivstovu úti á Tinganesi, meðan løgtingið er flutt niðan í býin og skapar saman við býráðhúsunum kjarnuna í býnum. Sum høvuðsstaður fevnir býurin eisini um søvn og mentanarhús, og tað er undirhald fyri næstan ein og hvønn tokka.

Streymoy er hóast alt nógv meiri enn bara Tórshavn. Á suðurendanum liggur Kirkjubøur, miðaldarinnar mentunarligi og kirkjulig miðdepil fram til trúbótina. Í dag er Kirkjubøur nærum eitt must fyri øll ferðafólk, ið enn verða imponerað av tí forna. Kirkjubømúrurin er enn týðiligur í bygdini og hann er enn Føroya týdningarmesti søguligi merkisstaður, sóknarkirkjan er Føroya elsta kirkja og bóndagarðurin við miðaldarstovuni hvílir á grundini av sjálvum bispagarðinum.

Frá Kirkjubø sæst yvir til Hestur og Koltur; tvær smáar oyggjar, sum hvør í sær eru eina vitjan verdar. Tað er dagligt ferjusamband til Hest, meðan ein má við tyrlu fyri at vitja Koltur, har ein familja er búsett.

Nólsoy, ið liggur uttanfyri Tórshavn og verjir fyri landssynningsvindinum, er eisini ein av teimum minnu oyggjunum við tí eini bygdini og annars einum ríkum fuglalívi. Her er heimsins størsta bøli av drunnhvíta.

Streymoy er tann størsta av oyggjunum. Vestur- og norðurstrondin av oynni er næstan lodrøtt fuglabjørg, meðan eysturstrondin er meiri opin við djúpum firðum og bygdum, ið veksa við áarrósan inni í fjørðinum. Longur inni á oynni eru høg fjøll, djúpir dalar, vøtn og áir. Kvívík og Leynar eru eyðkendar bygdir, har fólk hava búsett seg við áarrósan.

Vestmanna liggur við ein djúpan, breiðan fjørð, sum hevur verið ein trygg havn. Tær mongu áirnar í Vestmanna, eru byrgdar á og geva vatnorku til ein stóran part av streymveitingini í Føroyum.

Á eystursíðuni við teimum djúpu firðunum liggja Kaldbak og Kollafjørður, sum nú eru í Tórshavnar kommunu. Her og í Hvalvík eru tær svarttjøraðu kirkjurnar.

Kirkjan í Hvalvík er tann elsta, bygd í 1829. Tey fylgjandi 20 árini vórðu tað bygdar samlað 12 eins trækirkjur við grastaki, einum lítlum klokkutorni og innan í ómálaðum træði við útskeringum í kórvegginum.

 

 

 

 
Kunningarstovan í Tórshavn - Á Vaglinum - Postboks 379 - 110 Tórshavn - tel +298 30 24 25 - fax +298 31 68 31 - torsinfotorshavn.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media